Innanlands

Høgni Hoydal stillar upp til níggjunda løgtingsvalið á rað

Verður eftir øllum at døma á listanum til uppstillingarfundin i dag. Hetta verður fyrstu ferð síðani 1998, at tað ikki verður sum formaður í Tjóðveldisflokkinum

Høgni Hoydal hevur verið fyrstvaldur hja Tjóðveldi átta løgtingsval á rað - her sæst hann á degnum í 2024 tá Sirið Stenberg avloysti hann sum formann (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal hevur verið fyrstvaldur hja Tjóðveldi átta løgtingsval á rað - her sæst hann á degnum í 2024 tá Sirið Stenberg avloysti hann sum formann (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-02 15:14 Author image
Agnar Prestá

Nakað av ivamáli hevur sum skilst verið um, hvørt Høgni Hoydal stillar upp aftur ella ikki.

Men sambært góðum keldum hjá Portalinum og FM1 kemur 59-ára gamli tjóðveldismaðurin aftur á listan, tá valfelagið í Suðurstreymoy tíðliga í kvøld hevur 1. og 2. uppstillingarfund í sambandi við løgtingsvalið 2026. 

Høgni Hoydal hevur verið ímyndin av Tjóðveldi, síðani hoyvíkingurin kom á listan sum 32-ára gamal í 1998 og brestandi inn sum fyrstvaldi.

Nakað seinni gjørdist Høgni Hoydal formaður í flokkinum. Tað var hann til oktober 2024, tá hann legði frá sær. Sirið Stenberg vann forfólkavalið móti Bjørt Samuelsen, sum nú gevst er í politikki

Bjørt Samuelsen fekk í 2022 759 atkvøður, meðan Høgni Hoydal fekk 762. Fyrrverandi formaðurin hevur verið fyrstvaldur á lista E, hvørja ferð hann hevur stillað upp til løgtingsval.

Um tað gongst sum væntað í dag, verður tað níggjundu ferð á rað, at Høgni Hoydal stillar upp til eitt løgtingsval.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald