Innanlands

Javnaðurin missir atkvøður til borgarligu flokkarnar

Men tað er framvegis ein heilt stórur partur av javnaðarveljarunum seinast, sum ikki vita hvar tey nú skulu seta krossin

Seinasta veljarakanningin sum Portalurin og FM1 hava kunngjørt vísir, at 27 prosent av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin seinast fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum ella Sambandsflokkinum hesaferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinasta veljarakanningin sum Portalurin og FM1 hava kunngjørt vísir, at 27 prosent av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin seinast fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum ella Sambandsflokkinum hesaferð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-02 17:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað at løgmaður skrivaði út løgtingsval í úrtíð beint eftir at lógin um at seta gongd á projektering av Suðuroyartunlinum var samtykt, hevur havti eina ávísa ávirkan á veljaratølini hjá Javnaðarflokkinum, men ikki stóra.

Tað er framvegis ein fimtingur av teimum, ið valdu Javnaðarflokkin seinast, sum ikki vita, hvat tey skulu seta krossin í ár. Eitt lítið sindur færri enn í undanfarnu veljarakanningini hjá Portalinum og FM1 frá fyrst í februar.

Javnaðarflokkurin er eisini tann av teimum stóru flokkunum, sum hevur nógv størstu veljaraflýggjan. Javnaðarflokkurin heldur einans fast í 40 prosent av teimum, sum valdu flokkin seinast.

Tølini fyri flytingar vísa sostatt, at tað eisini eru 40 prosent av javnaðarveljarunum seinast, sum siga seg fara at seta krossin við ein annan flokk, ella ikki fara á val/atkvøða blankt.

Tølini vísa, at størsti parturin av hesum fara at velja Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin til komandi val.

Tjóðveldisveljarar meira trúfastir

Tjóðveldi, sum eisini stendur til at missa nógvar atkvøður hesafer, tó ikki í sama mátistokki, sum Javnaðarflokkurin, megnar at halda fast í yvir 60 prosentum av teimum, ið valdu flokkin seinast.

Her eru tað góð 13 prosent, sum siga seg ikki vita, meðan 10 prosent av tjóðveldisveljarunum seinast siga seg fara til Folkaflokkin nú.

Sambandsflokkurin eigur eisini ein stóran skara frá seinast, sum sigur seg ikki vita hvar krossurin skal setast – umleið 16 prosent. Og eisini her er tað ein líka stórur partur – 17 prosent – sum nú heldur velur Fólkaflokkin.

Við tað, at Fólkaflokkurin gongur so nógv fram, so er tað ikki áhugavert at hyggja eftir flytingum hjá teimum. Men sambært kanningini varðveita teir 74 prosent av veljarunum frá seinast. Fólkafloksveljararnir frá seinast, sum ikki ætla at atkvøða upp á sama flokk á komandi vali, eru rættiliga javnt býttir á hinar flokkarnar – flest tó til Javnaðarflokkin.

Triðingurin av framsóknarveljarunum ivast

Flytingarnar hjá teimum smáu flokkunum eru merktar av størri óvissu enn hjá teimum stóru.

Hyggja vit eftir tendensinum her, so er vert at leggja merki til, at næstan ein triðingur av teimum, sum valdu Framsókn seinast, vita ikki hvar tey skulu seta krossin hesaferð. Annars missir flokkurin nógv til Fólkaflokkin.

Eisini er merkisvert, at næstan 40 prosent av teimum, ið valdu Miðflokkin seinast, siga seg fara at velja Fólkaflokkin. Líka so merkisvert er tað, at tað eru miðflokkaveljararnir uttan fyri Havnina, sum flýggja til Fólkaflokkin, meðan floksins veljarar í høvuðsstaðnum eru meira trúfastir.

Men her skal fyrivarni takast fyri, at hesi tølini byggja á fáar veljarar, og tí er óvissan rættiliga stór.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder