Uttanlands

Danmark við í franskari kjarnorkudubbing

Fyri fyrstu ferð síðan 1992 fer Frakland nú at økja um sína kjarnorkuvápnagoymslu

Franski forsetin var á vitjan á kavbátastøðini á Île Longue í Bretagne í gjár (Mynd: EPA)

Franski forsetin var á vitjan á kavbátastøðini á Île Longue í Bretagne í gjár (Mynd: EPA)

2026-03-02 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark skal saman við fleiri øðrum evropeiskum londum vera við í einum átaki at ræða fyri kjarnorkuvápnum. Ein ætlan, sum Frakland stendur á odda fyri.

Hetta upplýsti franski forsetin, Emmanuel Macron, á einum tíðinafundi í dag.

Sambært AFP hava átta lond tikið seg saman at vera við í eini “framkomnari” kjarnorkuavbyrgingarætlan. Londini eru Týskland, Bretland, Poland, Niðurlond, Belgia, Grikkaland, Svøríki og Danmark.

Londini skulu kunna hýsa “strategiskum lotvápnum”, ið eru før fyri at breiða seg út um alt evropeiska meginlandið fyri á tann hátt at “fløkja útrokningarnar hjá mótstøðulondunum”, sigur franski forssetin, sambært tíðindastovuni.

Frá franskari síðu var enn ikki váttað, um ella hvussu Danmark fór at luttaka í franska átakinum, skrivar Ritzau.

Danska forsætisráðið upplýsti í dag, at tíðindafundur verður í kvøld um tað, sum franski forsetin hevur sagt í røðu síni. Við á fundinum verða, umframt Mette Frederiksen, Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.

Emmanuel Macron segði á sínum tíðindafundi fyrr í dag, at Frakland hevur ætlanir um at økja um sína kjarnorkuvápnagoymslu.

Sambært norsku NTB tíðindastovuni, er talan um fyrstu fronsku kjarnorkudubbingina síðan 1992.

Frakland hevur í løtuni heimsins fjórstørstu goymslu av kjarnorkuvápnum í heiminum. Landið eigur umleið 290 kjarnorkuspreingiløðingar. Franski forsetin upplýsti tó ikki hvussu nógv Frakland fer at økja um sína goymslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder