Nakað av vindi var í gjár og í gjárkvøldið, men ongar fráboðanir eru komnar um álvarsligar skaðar orsaka av vindinum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Løgreglan hevði mest at gera við at taka ímóti fráboðanum um valplakatir, sum ikki kláraðu at standa móti nógva vindinum.
Áheitanin frá løgregluni á valevnini er at tey tryggja sær, at plakatir teirra klára at standa ímóti vindinum.
- Eg rokni ikki við, at valevni kunnu rokna við at missa onkra atkvøðu, um ein av teirra plakatum er orsøk til at onkur veljari fær skaða á bilin, staðfestir vaktleiðarin á politistøðini.
Djóralækni tilkallaður
Løgreglan fekk annars í gjár fráboðan um seyð, sum ikki sá út til at hava tað gott. Hetta var í høvuðsstaðarkommununi.
Løgreglan fór á staðið at kanna málið, men hevur latið tað víðari til landsdjóraembætið at gera nærri kanningar. Ikki er vist um lógarbrot er framt – tað skal serfrøðin taka støðu til, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald