Innanlands

Jørgen og Fía Selma á fólkaflokslistan

Vága Fólkafloksfelag hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið

Jørgen Niclasen og Fía Selma Nielsen (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Jørgen Niclasen og Fía Selma Nielsen (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

2026-03-03 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vága Fólkafloksfelag hevði uppstillingarfund í Messuni í Sørvági í gjárkvøldið, og her var avgerð tikin um at stilla tey somu upp til løgtingsvalið 26. mars, sum til valið í desember 2022, nevniliga Jørgen Niclasen og Fíu Selmu Nielsen.

Tey fingu bæði eitt hampuliga gott val seinast. Jørgen Niclasen var fjórðvaldur á listanum við 393 persónligum atkvøðum, og Fía Selma Nielsen gjørdist nummar átta á listanum við 269 atkvøðum. Fía Selma hevur sum annað eykafólk havt sæti á tingi nakrar ferðir í valskeiðinum, sum nú er við at renna út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder