Mentan

Video: Brádlig vend í Paradise Hotel

Teresa Ovenberg úr Havn var í stórum vanda undan dagsins parti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-03 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á dramatiskan hátt verður alt brádliga vent á høvdið í dagsins parti av Paradise Hotel, tá parcerimoni er.

Í síðstu viku sóu vit, at Teresa Ovenberg úr Havn misti heldur tilvildarliga misti partnara sín, Viktor, og var í stórum vanda áðrenn Paradise Hotel fór í vikuskiftið.

Men dagsins partur heldur fram, har vit sleptu, og spenningurin heldur fram. Í brellbitanum, sum Viaplay hevur kunngjørt í dag, sæst tó, at alt verður vent á høvdið. Tveir nýggir dreingir koma inn sum parceremoniin skal fara í gongd.

[object Object]Teresa Ovenberg næst uttast til høgru og hinar genturnar í Paradise Hotel hvøkka við, tá tveir nýggir dreingir tjekka inn (Mynd: Viaplay)

[object Object]Karl Weihe er nú í vanda (Mynd: Viaplay)

So í staðin fyri, at genturnar eru í vanda, eru tað brádliga dreingirnir, sum nú skulu stríðast fyri at vera verandi á luksus uppihaldinum í Meksiko.

Karl Weihe úr Sandavági hevur higartil siglt millum skerini, og er framvegis millum mannligu luttakararnar í donsku realityrøðini.

Paradise Hotel sæst á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder