Innanlands

Er Kvinnurørslan í dvala – ella í broyting?

Søguliga kvinnuverkfallið í Íslandi 1975 verður viðgjørt áðrenn kjakfundin um kvinnurørsluna í Føroyum. Framløga, sofaprát og kjak um leiklutin hjá kvinnurørsluni verður í Perluni í Havn hóskvøldið

(Skíggjamynd: RÚV)

(Skíggjamynd: RÚV)

2026-03-03 13:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið 5. mars bjóða javnstøðunevndin og Femifagnaðurin til framløgu, sofaprát og kjak um leiklutin hjá kvinnurørsluni í dagsins samfelagi.

Áðrenn kvinnurørslan í Føroyum verður viðgjørd verður tiltikna, íslendska kvinnuverkfallið í 1975 sett á breddan. Til høvið hevur javnstøðunevndin bjóðað íslendsku Fríðu Rós Valdimarsdóttir til Føroya at greiða frá um kvinnurørsluna í Íslandi.

Fríða Rós Valdimarsdóttir er ikki bara einhvør, tá tað ræður um kvinnurættindi í Íslandi. Hon hevur verið virkin í íslendsku kvinnurørsluni tey seinastu 30 árini, millum annað sum forkvinna í íslendsku kvinnufelagasamskipanini, sum er meginfelagið hjá íslendsku kvinnufeløgunum. Tey seinastu fýra árini hevur hon hartil havt uppgávuna at samskipa landsfevnandi kvinnuverkfallið í Íslandi.

Í dag arbeiðir Fríða Rós Valdimarsdóttir sum serfrøðingur innan útbúgvingarøkið, meðan hon hevur sæti í nevndini hjá meginfelagnum fyri evropisku kvinnusamskipanirnar umboðandi Ísland (European Women’s Lobby).

Seinast í skránni verður kjak um, hvønn leiklut kvinnurørslan hevur í dag. Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Tiltakið "Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?" verður í Perluni í Havn hóskvøldið 5. mars kl. 19 til 21.

Skrá:

  • Kl. 19: Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin
  • Kl. 19.10: Framløga: ‘Kvinnuverkføll í Íslandi og samhaldsfesti’
    - Fríða Rós Valdimarsdóttir, serfrøðingur í kvinnurørsluni í Íslandi. (GG: Framløgan verður á enskum)
  • Kl. 19.40 Sofaprát: “Tá Ísland legðist lamið”: Hvønn týdning fekk søguliga kvinnuverkfallið í 1975? Og ávirkaði tað Føroyar? 
    - Hildur Patursson og Fríða Rós Valdimarsdóttir 
  • Kl. 20: Livandi tónleikur við Ronju Rasmussen
  • Kl. 20.10 Pallborðskjak: Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?
    Runa Preeti Ísfeld, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Turið Debes Hentze, Tóra Effersøe Mortensen og Gunnhild Dahl Niclasen

Kvøldið fyri tiltakið, mikudagin 4. mars, sýnir Filmsfelagið heimildarfilmin frá 2024 ‘The Day Iceland Stood Still’ um søguliga kvinnuverkfallið í Íslandi í 1975. Hildur Patursson, sum tók lut í kvinnuverkfallinum í 1975, innleiðir filmin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder