Tá løgtingsval er útskrivað, kemur løtingið bert saman, um okkurt týðandi ikki er avgreitt, ella um okkurt óvæntað og bráfeingis hendir.
Eftir at løgmaður útskrivaði nýval mikudagin, fall málið um at hækka pensjónsaldurin, skjótari enn ætlað, burtur.
Tað gjørdu fleiri onnur mál eisini, men tað vóru tvey ymisk mál, sum mett vera so mikið neyðug at fáa ígjøgnum við 3.viðgerð, at tingið varð kallað saman í dag.
Tað fyrra var "Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum"
Margit Stóra, landsstýriskvinna, legði málið fram, tí lekar vóru í H-bygninginum. Nýggi bygningurin er um at vera liðugur, men hetta kann metast sum eitt byggigøla.
Nú eru 32,8 milliónir játtaðar afturat - hetta er samlaði kostnaðurin av ábótum og umvælingum mettur at verða.
Málið fór nærum einmalt samtykt ígjøgnum, og tað gjørdi uppskotið um broyting í lógini um avgjald á framleiðslu og innflutning. Hetta var ein tøknilig rætting í sambandi við avgjald á leyst snús, sum inniheldur tubbak, sambært logting.fo.
Eingin tók orðið, valstríðið byrjar skjótt av álvara - Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, takkaði eftir atkvøðurgreiðslurnar fyri seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald