Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm hevur millum annað gjørt vart við seg við at skriva og halda røður - millum annað røðu til 1. mai hald - og sum sjónleikari í viðurkenda "Seinasta paradís í jørð".
Bjørg stillaði eisini sum blaðung up til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu í november 2024. Hetta var fyri kommunulistan, og fekk Bjørg Brynhildardóttir Egholm tá 130 atkvøður.
Sum skilst hevur 20-ára gamla havnarkvinnan verið eitt møguligt valevni, sum fleiri flokkar hava ynskt at fáa á sín lista.
Nú ljóðar, at Bjørg Brynhildardóttir Egholm stillar upp fyri Tjóðveldi.
Portalurin skilir, at Unga Tjóðveldi ætlar at satsa uppá hana um sítt valevni til Løgtingsvalið 26. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald