2026-03-03 17:53
Framsókn kunnger í kvøld, at Beinta Løwe verður á teirra listan á løgtingsvalinum 26. mars.
Beinta Løwe arbeiddi sum journalistur í nógv ár, og var í fleiri ár vertur í Degi og viku. Í 2019 kom hon á ting fyri Tjóðveldi og sat til valið í 2022 tá hon gavst í politikki. Síðan hevur hon skrivað bøkur og verið politiskur viðmerkjari.
Fyri tveimum mánaðum síðani byrjaði Beinta Løwe í fulltrúarstarvi hjá nýstovnaða Brekumboðnum.
Hon fekk 301 atkvøður á valinum í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald