Innanlands

Ben Arabo givin í nýskipanarnevndini

Haldi ikki tað er ein trupulleiki at stilla upp nú, men tað at vera valevni og formaður i nevndini hongur ikki saman, sigur valevni hjá Javnaðarflokkinum

Nýggja valevni hjá Javnaðarflokkinum, og nú fyrrverandi formaðurin í Nýskipanarnevndini, fekk nógva talitíð í KVF (skíggjamynd/KVF)

Nýggja valevni hjá Javnaðarflokkinum, og nú fyrrverandi formaðurin í Nýskipanarnevndini, fekk nógva talitíð í KVF (skíggjamynd/KVF)

2026-03-03 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð tað, sum nógv hava gitt i eina tíð, almannakunngjørt: Ben Arabo stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingavalið 26. mars.

Hann hevur seinastu mánaðirnar virkað sum formaður í nýskipanarnevdini, sum er sett í verðina fyri at geva landsstýrinum tilmæli um ymiskar bygnaðarbroytingar.

Ben Arabo og toymi fingu fyri jól igjøgnum, at landsstýrið skal minka: Úr níggju fólki niður í seks. Skjótt kann Arabo standa sum landsstýrismaður sjávur, men hann heldur ikki sjálvur, at tað skalar trúvirði hjá nevndini, at hann nú er valevni.

Tað sigur Ben Arabo við Kringvarpið i kvøld, har nógv umrøddi maðurin eisini váttar, at hann hevur tikið seg aftur sum formann í nýskipanaenevndini.

- Tað sær ikki út sum, at fólk halda tað vera ein trupulleika, at eg nú stilli upp - tí fleiri hava heitt á meg - men haldi tað kortini ikki vera rætt, at eg eri bæði. Tí havi eg trekt meg.

Hoyr útvarpstíðindini klokkan 18 her - har var ein samrøða á fimm minuttir við stóra nýggja navnið hjá Javnaðarflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder