Mentan

Teresa bjargaði sandavágsmanninum

- Eg vil ikki, eg kann ikki tveita Karl út, sigur Teresa Ovenberg. Stórur partur av hinum luttakarunum royna at trýsta Karl Weihe út

Karl Weihe stórfegnast eftir at Teresa Ovenberg valdi hann fram um Marius Lilliendal (Mynd: Viaplay)

Karl Weihe stórfegnast eftir at Teresa Ovenberg valdi hann fram um Marius Lilliendal (Mynd: Viaplay)

2026-03-03 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir stóran dramatikk yvirlivir Karl Weihe í Paradise Hotel. Teresa Ovenberg er bjargingarkvinna.

Tað hendir eitt sindur av hvørjum í Paradise Hotel. Vit eru nú komin til 26. part av tilsamans 43, og spenningurin fer tískil at økjast nógv næstu vikurnar.

Fyri fyrstu ferð var Teresa Ovenberg í vanda undan dagsins parti av Paradise Hotel. Heldur tilvildarliga misti hon sín partnara í síðstu viku, og var stórum vanda áðrenn sendingin fór í vikuskifti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Men brádliga kemur vend í, og tveir nýggir dreingir tjekka inn á hotellið beint sum parcerimoniin skal byrja.

Tað hevur við sær, at vandin hjá gentunum er av, og nú skulu dreingirnir stríðast fyri lívinum.

Koyra eftir Karli
Eftir at ein deyðsketa fer í gongd, og ein av teimum, sum vil hava Karl Weihe út av hotellinum ger ein fótfeil, endar sandavágsmaðurin aftanfyri havnadamuna. Men hetta saman við Mariusi Lilliendal.

Teresa Ovenberg stendur harvið við avgerðini um hvør skal út. Karl Weihe ella Marius Lilliendal.

Í verjurøðu síni ger Karl Weihe ikki ov lítið av, og hetta fær sinnið í kók hjá fleiri av hinum.

- Teresa, tú skalt velja meg, tí tú ert komin inn her fyri at spæla spælið, tú ert komin her fyri at vinna. Eg síggi ikki, at tú kanst vinna saman við Marius, men trúgvi, at tú kanst vinna saman við meg. Eg vil standa saman við tær. Velur tú meg í dag, prógvar tú alt fyri mær. Eg flyti meg ikki aftur, segði Karl Weihe í verjurøðuni.

Og tað rínur eftir øllum at døma við hjá Teresu Ovenberg.

- Eg velji at tveita Marius út, tí tað hevði verið út yvir míni mørk at velja Karl frá og senda hann heim. Tað vil eg ikki, tað kann eg ikki, sigur Teresa Ovenberg um sína avgerð.

[object Object](Mynd: Viaplay)

[object Object](Mynd: Viaplay)

Eftir avgerðina hjá Teresu Ovenberg, byrjar ein øgilig málageipan. Ein stórur partur av luttakarunum - eisini onkur av hansara viðspælarum - fara eftir Karl Weihe og hann skal standa og verja seg og sítt spæl.

Karl Weihe siglir enn einaferð millum skerini, men næstu ferð kann fult so væl enda galið.

Paradise Hotel sæst á Viaplay og nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder