Innanlands

Tummas í Garði er komin á Fólkaflokslistan

Varastjórin við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum ætlar nú í politikk aftur. Hann legst afturat Fróða Magnussen, sum vit hava skrivað um, og tólv øðrum eftir triðja uppstillingarfundi hjá Havnar Framburðsfelagi - lokalfelagið fer nú av álvara eftir umboðan á tingi

Tummas í Garði stillaði seinast upp á lista A í 2008. Læknin roynir seg nú aftur - hann var nógv frammi undir koronufarsóttini (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði stillaði seinast upp á lista A í 2008. Læknin roynir seg nú aftur - hann var nógv frammi undir koronufarsóttini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-03 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Havnar Framburðsfelag hevði triðja uppstillingarfund í kvøld, og tað er ikki hissini langur listi, sum nú er lagdur fram fyri almenninginum.

14 valevni standa á og bjóða seg harvið fram til løgtingsvalið tann 28. mars.

Havnar Framburðsfelag stillar í øllum førum hesi upp:

Astrid Breckmann
Jessica Celibashi
Tummas í Garði
Rúni Hammer
Hans Jacob Heinesen
Annfinn Hjelm
Jannie Dam Jacobsen
Birita Lamhauge Jóansdóttir
Fróði Magnussen
Erling Mørkøre
Birgir Nielsen
Leivur Simonsen
Eyðun Tausen
Jan Vestergaard

[object Object]
Havnar Framburðsfelag stillar hesi 14 upp - og møguliga onkran afturat 

Valfelagið hjá lokalfelag Fólkafloksins í høvuðsstanum skrivar enn tá, at listin ikki er enn ikki lokaður, so "tað kann verða, at okkurt valevni kemur afturat".

Fleiri nýggj nøvn - leita eftir umboði úr høvuðsstaðnum

Sum vit skrivaðu um í gjár, var Fróði Magnussen á veg á listan. Stjórin í Formula í og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum er nýggur í politikki og stóð eisini á í kvøld.

Tað sama gjørdi Tummas í Garði. Seinastu seks árini hevur hann verið varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.

Sambært valurslit.fo hevur hann tríggjar ferðir áður stilla upp fyri Fólkaflokkin - best gekst fyrstu ferð, sum var í 2002, tá Tummas í Garði fekk 166 atkvøður (nummar níggju á listanum yvir alt landið - tá var eitt valdømi)

Talan er um ein breiðan lista, og millum tey nýggju er eisini Jannie Dam Jacobsen sum er kend frá kappróðri og Jarnbardi.

[object Object]
Jannie Dam Jacobsen hevur vunnið eina rúgvu í kappróðrabáti - nú skal hon royna seg í politikki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Millum tey yngru, úr Huxa, eru Jessica Celibashi og Rúni Hammer (formaður) Formaðurin í sjálvum valfelagnum, Jan Vestergaard, stillar sjálvur upp. Hann er sonur Jacob Vestergaard.

Havnar Framburðsfelag hevur einki umboð havt á tingið hetta valskeiðið. Tað ætla tey, og flokkurin, sjálvandi at broyta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder