Innanlands

Átta mál skrivað um trý ymisk lógarbrot

Millum annað klipp fyri at tosa í telefon undir akstri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-04 07:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var í gjár í Fuglafirði og í Klaksvík, og har vóru áttað mál skrivað.

Fimm bilførarar fingu klipp og bót fyri at tosa í telefon undir akstri. Tveir fingu bót fyri ikki at sita í trygdarbelti. Og so fekk ein bót fyri at ikki tryggja eitt barn við trygdarbelti undir akstri.

Bøturnar liggja milum 1000 og 1500 krónur.

Umframt tað vóru tíggju sett av nummarplátum tikin í høvuðsstaðarøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder