Innanlands

Stjórnin tekur pulsin í valstríðnum

Búskapur og ymisk valevni verða sett á breddan hjá roynda panelinum klokkan 17:10 i dag

Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen fara í dag at viðgerða valstríðið (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen fara í dag at viðgerða valstríðið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-04 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú ein vika síðani, at løgmaður útskrivaði val, og teir í "Stjórnini" harvið av álvara fingu pulsin upp.

Hoyr sendingina frá síðstu viku her - hon var tikin upp ein stóran tíma eftir at Aksel V. Johannesen trýsti á knøttin

Tað er ikki beinleiðis valfepur enn, men stríðið um mongu leysu atkvøðurnar eru byrjaðar.

Í vikuni er millum annað kunngjørt, at Anna Falkenberg (B), Ben Arabo (C), Beinta Løwe (F) og Fróði Magnusen og Tummas í Garði (A) stilla upp hesaferð.

Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen fara í dag at viðgerða valstríðið, við millum annað atliti at teimym nýggju - og á øllum sum eru givin.

Eisini hyggur panelið eftir búskaparstøðuni, sum fer at fylgja nógv í valstríðnum

Les eisini: Fíggjarpolitiska avbjóðingin má takast í álvara

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder