Uttanlands

Brúgv verður uppkallað eftir Margrethu drotning

Nýggja Storstrømsbrúgvin millum Sjælland og Falster letur upp seinni í ár

2026-03-04 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hennara hátign Margretha drotning hevur játtað, at nýggja brúgvin yvir Storstrømmen millum Masnedsø í Suðursælandi og Falster fær navnið Dronning Margrethe II’s Bro. Tað skrivar danska kontshúsið í dag.

Talan er um eina 4 kilometrar langa og 102 metrar høga brúgv, sum verður triðstørsta brúgvin í Danmark eftir Oyrasundsbrúnna og Stórabeltsbrúnna.

Brúgvin er liður í at tryggja tokferðsluna tá komandi Femernbelt sambandið millum Danmark og Týskland er liðugt, møguliga í 2031.

Gamla brúgvin yvir Strorstrømman er gomul og ótíðarhóskandi, og ætlanin er, at hon skal takast niður, tá henda nýggja er tikin í brúk.

Á nýggju brúnni kunnu tokini koyra upp í 200 kilometrar um tíman, meðan hægst møguliga ferðin á teirri núverandi er 100 kilometrar um tíman. Umframt tvey tokspor, verður eisini møguligt hjá bilum og súklandi at brúka brúnna.

Nýggja brúgvin er bygd skamt vestan fyri gomlu brúnna, og liggur áleið 7-8 kilometrar vestan fyri motorvegsbrúnna, har teir flestu bilarnir koyra, kallað Farøbroerne.

Nýggja Storstrømsbrúgvin verður latin upp fyri bila- og súkkluferðslu seinni í hesum mánaðinum. Seinni í vár kunnu fyrstu tokini koyra eftir brúnni. Upplatingarhátíðarhaldi við luttøku av hennara hátign Margrethu drotning verður 6. juni, skrivar Kongshúsið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder