Alt bendir á, at tað var roysningurin, sum vitjaði Vág tveimum vikum síðani, sum í gjár lá og fekk sær ein slang í einum urtagarði á Tofterøy í norska skergarðinum.
Tað var seinnapartin sunnudagin, at fólk varnaðust stóra roysningin, sum lá upp at einum runni í urtagarðinum, sum gongur heilt oman í sjóvarmálan innast í eini vík.
Í Noregi hava tey eisini lagt merki til, at ein roysningur herfyri vitjaði í Vági. Og serliga tí, at roysningurin, sum lá í urtagarðinum á Tofterøy líktist tí, ið var avmyndaður í Vági.
Tofterøy liggur við norsku vesturstrondina við innsiglingina til Bergen.
Roysningurin á sandinum í Vági (Mynd: Bárður Augustinussen)
Og talan er um sama roysning. Tað váttar Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, fyri Portalinum í dag.
- Tað er einki at ivast í, at talan er um sama roysning, sigur Bjarni Mikkelsen, ið eisini hevur sæð myndirnar úr Noregi.
- Hetta vísir bara, at roysningurin var væl fyri, hóast fleiri ivaðust í um okkurt mundi vera galið við honum, leggur Bjarni Mikkelsen afturat.
Seinastu árini hava fleiri roysningar vitjað í Føroyum. Vanliga liggja teir og sova og hvíla seg í nakrar dagar, og so rýma teir aftur.
Tað er eisini komið fyri seg, at roysningur hevur vitjað aftur í Føroyum eftir at hava verið ein túr í grannalondunum, vísir lívfrøðingurin á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald