Uttanlands

Qatar Airways flýgur fólk til Evropa í dag

Skipar fyri ‘neyðferðum’ í dag úr Muscat og Riyadh til lufthavnir í Evropa, herundir til Keypmannahavnar

Stórt ólag er á flogferðsluni til og úr Miðeystri orsaka av ísraelsku og amerikansku álopunum á Iran (Mynd: EPA)

Stórt ólag er á flogferðsluni til og úr Miðeystri orsaka av ísraelsku og amerikansku álopunum á Iran (Mynd: EPA)

2026-03-05 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flogfelagið Qatar Airways skipar í dag fyri fleiri ‘neyðferðum’ úr Miðeystri til fleiri evropeiskar stórbýir. Teirra millum er Keypmannahavn. Tað skrivar flogfelagið á sosiala miðlinum X

Felagið heitir samstundis á fólk um ikki at fara til floghavnina, uttan so at tey hava fingið eini boð frá Qatar Airways.

Teir allar flestu túrarnir eru framvegis avlýstir orsaka av at loftrúmið yvir Katar er afturlatið, orsaka av krígnum í Persiska flógvanum.

Flogið verður úr Muscat í Oman til London, Berlin, Madrid, Rom, Amsterdam og Keypmannahavn.

Eitt flogfar fer eisini frá Riyadh í Saudiarabia til Frankfurt, skrivar DR í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder