Innanlands

FM1 sendir frá fyrsta almenna valfundinum

Vinnukarmar og arbeiðsmegi - millum annað útlendsk arbeiðsmegi - á skránni á Skúlatrøð í Klaksvík frá klokkan 19 í kvøld. Allir flokkarnir luttaka við tveimum valevnum og so at siga øll forfólkini vera til staðar

Orðstýrari verður Rógvi Olavson. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka í kjakinum, og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar - alt kann hoyrast á FM1

Orðstýrari verður Rógvi Olavson. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka í kjakinum, og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar - alt kann hoyrast á FM1

2026-03-05 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valstríðið verður av álvara skotið í gongd, nú júst tríggjar vikur eru til løgtingsvalið.

Hetta við fyrsta almenna valfundinum, sum Vinnuhúsið skipar fyri í Klaksvík í kvøld, klokkan 19.00

Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar eru millum spurningarnar - sum eru avgerandi fyri føroyska samfelagið.

-Tað er vorðið alsamt truplari og dýrari at reka vinnuligt virksemi í Føroyum. Hækkingar í almennum gjøldum og avgjøldum, umsitingartung lóggáva og óvissa um framtíðar karmar leggja stórt trýst á føroyskar fyritøkur. Hetta ávirkar beinleiðis kappingarførið og møguleikarnar at skapa vøkstur, vælferð og arbeiðspláss.

Arbeiðsmegi, og millum annað útlendsk arbeiðsmegi, verður eisini sett á breddan.

Orðstýrari verður Rógvi Olavson. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka í kjakinum, øll forfólkini uttan eitt, og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar.

Hesi 14 luttaka á valfundinum, har tvey umfør eru

Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen og Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Bárður á Steig Nielsen Erhard Joensen
Javnaðarflokkurin: Aksel V. Johannesen og Sigrun Jónsveinsdóttir
Sjálvstýri: Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen og Jann Johannesen
Framsókn: Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen
Tjóðveldi: Sirið Stenberg og Annika Olsen

Les meira her

FM1 og Portalurin eru til reiðar til valstríðið, og FM1 sendir beinleiðs av Skúlatrøð. Valfundurin byrjar klokkan 19.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

[object Object]
Títt valradio og tín tíðindasíða í valstríðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder