Miðflokkurin hevur ymiskar avbjóðingar í Eysturoynni til løgtingsvalið.
Bill Justinussen hevur verið stórur atkvøðuslúkur hjá flokkinum til seks val - síðani 2024. Men í 2022 var Bill Justinussen triðvaldur, og Miðflokkurin kom ikki í samgongu. Harvið gjørdist glyvramaðurin eykamaður.
Stutt eftir tað tók royndi politikkarin seg úr flokkinum og fór í Fólkaflokkin. Bill Justinussen fer eftir øllum at døma at taka nógvar atkvøður við sær til lista A - hann fekk 382 atkvøður á seinasta løgtingsvalið.
Bill Justinussen var í Miðflokkinum frá stovnanini til stutt eftir seinasta løtgingsval
Rósa Tyril Gaardlykke var fjórðvald hjá Miðflokkinum í 2022. Gøtukvinnan fekk 93 atkvøður og hevur verið inni sum eykafólk nakrar ferðir.
Á uppstillingarfundinum hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag á Eiði mánadagin, stóð Rósa Tyril Gaardlykke á listanum - saman við millum annað Bill Justinussen.
Sí eisini: Steffan Løkin stillar upp fyri Fólkaflokkin
Samanlagt fingu tey 475 atkvøður í 2022, og av tí at Jórun Pálsdóttir (71) heldur ikki stillar upp aftur, hevur Miðflokkurin mist nærum 550 atkvøður í Eysturoynni í mun til seinasta val.
Vinjard stillar upp - Steffan skal standa fyri nógvum
Steffan Klein Poulsen fekk samanlagt 148 atkvøður í Eysturoynni í 2022. Unga stóra navnið hjá flokkinum skal eftir øllum at døma fáa meira í leypin millum annað kring Skálafjørðin í ár.
Har skal Vinjard Johansen eisini hjálpa. Hann var leingi varaformaður í flokkinum og stillaði upp fyri Miðflokkin í 2004, 2008 og 2011 - á tí síðstnevnda fekk maðurin úr Saltangará yvir 100 atkvøður.
Í 2015 stillaði Vinjard Johansen upp fyri Sambandsflokkin. Síðani hevur hann ikki stillað upp.
![]()
Vinjard Johansen
Sum skilst hevur Miðflokkurin roynt at fingið millum annað Jaspur Langgaard á listan eisini, men sambandsmaðurin staðfestir, at hann ikki stillar uppaftur.
Portalurin hevur fingið upplýst, at sum nú er, koma ikki fleiri eysturoyingar ikki á lista H - tað kann tó ymiskt henda, áðrenn freistina sum er um eina viku.
Tøl: valurslit.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald