Innanlands

Skikkaðu sær hampiliga væl í morgunferðsluni

Løgreglan hevur koyrt patrulju við skúlarnar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-22 09:10 Author image
Ari av Rana

Í gjáramorgun og í morgun var løgreglan úti og gjørdi kanningar við skúlar um morgunin, tá fólk settu børn teirra av, hetta, sum verður kallað skúlapatruljan.

Í gjáramorgun vórðu kanningar gjørdar úti á Argjum, har 15 skutarar vórðu steðgaðir. Men skutaraførararnir skikkað sær pent, tí at har var alt í ordan.

Í morgun var skúlapatruljan við Eysturskúlan í Havn, og har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, tí at eitt barn ikki sat íbundið. Eisini vórðu nakrar átalur givnar.

placeholder
placeholder