- Hatta var ikki so galið, ha! ?
Hetta var tað fyrsta, sum Annika Hoydal segði, tá Sophilia Wraae Mukisa var liðug við sína útseting av "Fimtan ár", ið Gunnar Hoydal skrivaði.
Sum í øllum hinum sendingunum skuldi stjørnan velja ein av spírunum, sum serliga bergtók á kvøldinum. Og eitt av størstu nøvnunum á føroyska tónleika- og mentanarpallinum gjøgnum tíðina valdi hana í reyðu stivlunum, eftir at hon hósti øllum.
- Um eg skal velja, og tað noyðist eg - tað er uppgávan - so noyðist eg at peika á Sophiliu. Framførslan var orginal, stuttlig, frek og humoristiskt, staðfesti ein nøgd Annika Hoydal.
Her ber til at síggja allan partin: Hoydalar: Annika Hoydal
Allar framførslurnar í seinasta parti - og yvirhøvur - kunnu síggjast á Youtube-rásini hjá Kringvarpinum
Allar 25 útsetingarnar úr Hoydølum er nú eisni tøkar á stroymingartænastuni Spotify.
Hoydalar hevur á ymiskan hátt savnað føroyingar seinastu vikurnar, og talan er avgjørt um eina av best umtóktu sendingunum hjá Kringvarpinum í nýggjari tíð.
Í gjár varð almannakunngjørt, at ein sesong tvey kemur næsta ár. Sambært KVF har ber til at melda seg til upptøkuroyndir, sum verða 24. - 26. apríl
Sí eisini: Har kemur meira av Hoydølum næsta ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald