Innanlands

- Ber als ikki til at føra tvey valstríð í senn

Javnaðarflokkurin hevur tann greiða politikk, at fólkatingssessurin skal røkjast fulla tíð, og tí hevur Sjúrður Skaale, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin á Fólkatingi síðan 2011, boðað frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið

Sjúrður Skaale hevur sitið á Fólkatingi fyri Javnaðarflokkin síðan 2011 (Savnsmynd)

Sjúrður Skaale hevur sitið á Fólkatingi fyri Javnaðarflokkin síðan 2011 (Savnsmynd)

2026-03-06 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

24. mars skulu føroyingar á fólkatingsval, og tveir dagar seinni, 26. mars, skulu føroyingar á løgtingsval, og sambært fólkatingsumboðnum hjá Javnaðarflokkinum, ber tað als ikki til at føra tvey valstríð í senn.

Tí hevur Sjúrður Skaale boðað frá, at hann stillar uppaftur á fólkatingsvalinum men ikki á løgtingsvalinum.

– Flokkurin hevur tann greiða politikk, at fólkatingssessurin skal røkjast fulla tíð. Dupult umboðan er hálv umboðan. Tí kann eg ikki við trúvirði biðja fólk velja meg á Fólkating – og samstundis biðja tey velja meg á Løgting, skrivaði hann í tíðindaskrivi hóskvøldið.

Les eisini: Sjúrður Skaale heldur seg til fólkatingsvalið

– Mær dámar eisini sera væl hetta starvið og vil tí fegin halda fram, sigur Sjúrður Skaale, sum vísir á, at hann áður hevur stillað upp til løgtingsvalið, har hann hevur fingið munandi færri atkvøður enn á fólkatingsvalinum.

Sjúrður Skaale hevur sitið á Fólkatingi fyri Javnaðarflokkin síðan 2011, og verður hetta fimtu ferð, hann stillar upp á fólkatingsval fyri Javnaðarflokkin. Á seinasta fólkatingsvali í 2022 fekk hann 3.806 persónligar atkvøður.

Seinast Sjúrður Skaale stillaði upp til løgtingsvalið var í 2019. Tá fekk hann 136 persónligar atkvøður. Á fólkatingsvalinum sama árið fekk hann 3.337 atkvøður.

– Hetta eru eini púra greið boð frá føroyingum: Eg skal nýta alla mína tíð til at umboða Føroyar á Fólkatingi so væl sum eg kann – og eg skal ikki sita á Løgtingi. Tað er hetta, eg fegin vil gera, sigur Sjúrður Skaale.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder