Uttanlands

ST: Yvir 330.000 fólk rýmd undan kríggi í Miðeystri seinastu dagarnar

Tað er bæði kríggið hjá USA og Ísrael móti Iran og kríggið millum Pakistan og Afganistan, sum hevur fingið fólk at flýggja

Baalbek, Libanon (Mynd: EPA)

Baalbek, Libanon (Mynd: EPA)

2026-03-06 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 330.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi í Miðeystri orsakað av nýggja krígnum í økinum, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR.

Tað er bæði kríggið hjá USA og Ísrael móti Iran og kríggið millum Pakistan og Afganistan, sum hevur fingið fólk at flýggja. 

– Familjur í bæði Iran og Libanon umframt Afganistan og Pakistan flýggja úr heimi teirra - harundir fólk, sum frammanundan eru flóttar, sigur Andreas Fløistrup, talsfólk hjá UNHCR í Danmark sambært Ritzau.

27. februar boðaði Pakistan frá opnum kríggi móti Afganistan, og dagin eftir lupu Ísrael og USA á Iran og drupu ovasta andaliga leiðaran í landinum, Ali Khamenei.

Síðani hevur Iran svarað aftur við at leypa á Ísrael, Jordan, Kuvait, og lond á Arabisku Hálvoynni, har USA hevur herstøðir.

Umframt at leypa á Iran hevur Ísrael eisini lopið á Libanon, har fólk hjá Hizbollah-rørsluni eru stødd.

Sambært UNHCR rýmdu 100.000 fólk úr iranska høvuðsstaðnum Teheran teir fyrstu tveir dagarnar eftir álopini hjá Ísrael og USA.

Fleiri enn 84.000 fólk í Libanon eru rýmd til flóttafólkalegur, og harumframt eru umleið 30.000 fólk rýmd úr Libanon til Sýria millum 1. og 4. mars.

Mett verður samstundis, at 115.000 fólk í Afganistan og 3.000 í Pakistan eru rýmd frá húsi og heimi orsakað av stríðnum millum londini.

UNHCR upplýsir, at stovnurin er til staðar í økinum og veitir neyðhjálp, ráðgeving og verju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder