Innanlands

Ungt virki á Kambsdali í dag

85 næmingar í 25 bólkum luttaka í kappingini í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-06 08:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður Miðnám á Kambsdali karmur um íverksetarakappingina Ungt Virki.

Í ár luttaka 85 næmingar í 25 bólkum í kapingini, har kappast verður um besta hugskotið. Næmingar koma úr Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast. Samstundis er kappingin eitt regionalt umfar í kappingini Company Programme, og vinnarin í Føroyum luttekur beinleiðis í DM-finaluni í Keypmannahavn, 5. mai., har teir 42 bestu bólkarnir úr Ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.

Tiltakið er eitt samstarv við m.a. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnumálaráðið, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Fyritøkurnar Bakkafrost, Norðoyar Sparikassi, NEMA, Bygma Balslev og Atlantic Airways stuðla tiltakinum.

Níggju  dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini. Í dómdsnevndini í ár eru:

  • Sóley Hammer – Hugskotið (forkvinna í dómsnevndini)
  • Marius Thomassen – Vinnuhúsið
  • Atli Rasmussen – Norðoya Sparikassi
  • Frankie Jensen – Nema
  • Rógvi Róin – Petur Larsen
  • Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Hotel Brandan
  • Magni Thomsen – Íverksetarahúsið
  • Helgi D. Michelsen – Bygma Balslev
  • Jóannes Prestá – GroAqua

Skráin:
08.00 – 09.10 Bólkarnir prýða básin hjá sær
Skúlin bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni
09.10 – 09.25 Christian Joensen, rektari setir Ungt Virki 2026
09.25 – 09.30 Stutt kunning um kappingina og praktisk viðurskifti
09.30 – 10.30 Dómarar vitja teir 24 básarnar
10.30 – 11.45 Framløgur hjá luttakandi bólkum – fyrri partur (4. min. pr. bólk)
11.45 – 12.15 Døgurðasteðgur – skúlin bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni
12.15 – 13.15 Framløgur hjá luttakandi bólkum – seinni partur (4. min. pr. bólk)
13.15 – 14.30 Samrøður við dómsnevndina (uml. 10 min. pr. bólk)
13.15 – 15.10 Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum
14.30 – 15.10 Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum
15.10 – 15.25 Vinnarin verður kosin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder