Kristi Noem er loyst úr embætinum sum amerikanskur ráðharri fyri innlendistrygd, og republikanski senatoruri Markwayne Mullin verður nýggjur ráðharri, boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Markwayne Mullin, sum umboðar statin Oklahoma í Senatinum, tekur við sum ráðharri fyri innlendistrygd 31. mars.
Kristi Noem verður útnevnd til serligt sendifólk fyri amerikanska vernd (Special Envoy for The Shield of the Americas), sigur Trump.
Talan er um eitt nýtt starv, sum nærri verður greitt frá leygardagin, sigur Trump, sum sigur, at talan er um "eitt nýtt trygdarátak".
Sum ráðharri fyri innlendistrygd hevur Kristi Noem havt ábyrgdina av tilflytingarmyndugleikanum ICE og marknaløgregluni og hevur harvið havt ábrygdina av at útinna og verja stranga tilflytarapolitikkin hjá Trump.
Markwayne Mullin, sum verður nýggjur ráðharri fyri innlendistrygd, hevur sitið í Umboðsmannatinginum í tíggju ár og í Senatinum í trý ár, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald