Vága Tjóðveldisfelag hevur funnið síni valevni til løgtingsvalið 26. mars. Felagið stillar við einum av hvørjum kyni, Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen og Hergeir Teitsson. Hesin seinni er formaður í Vága Tjóðveldisfelag.
Meðan hetta er fyrstu ferð, at Hergeir Teitsson stillar upp til val, so hevur Ásla Leila B. Johansen gjørt tað fyrr.
Hon gjørdist nummar 19 á tjóðveldislistanum seinast við 88 persónligum atkvøðum. Á fólkatingsvalinum seinast fekk hon 98 atkvøður.
Á kommunuvalinum í 2020 varð hon vald í býráðið í Vága kommunu við 63 atkvøðum. Men á seinasta kommunuvali fekk hon 39 atkvøður, og tað røkk ikki til afturval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald