Síðan kríggið í Miðeystri brast á leygardagin í farnu viku, hevur Russland givið Iran upplýsingar um amerikanskar herstøðir í økinum, upplýsa tríggjar keldur fyri amerikanska miðlinum The Washington Post.
Russland hevur m.a. kunnað Iran um knattstøður hjá amerikonskum krígsskipum og stríðsflogførum fyri at hjálpa Iran at eyðmerkja møgulig mál.
Síðan kríggið byrjaði, hevur Iran sent hundraðtals dronur og rakettir móti m.a. amerikonskum herfólki, og sivilfólki. Í sama tíðarskeiði hava Ísrael og USA sambært embætisfólki eisini rakt fleiri enn 2.000 iransk mál.
Les eisini: ST: Yvir 330.000 fólk rýmd undan kríggi í Miðeystri seinastu dagarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald