Uttanlands

Íslendingar á fólkaatkvøðu um ES-limaskap 29. august

Íslendingar skulu taka støðu til, um samráðingarnar við ES skulu takast uppaftur

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen í Brússel í januar (Mynd: EPA)

Íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen í Brússel í januar (Mynd: EPA)

2026-03-06 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íslendska stjórnin ætlar at hava fólkaatkvøðu 29. august um hvørt Ísland skal taka uppaftur samráðingar við ES um limaskap, skrivar íslendsk kringvarpið RÚV.

Fyrst skal atkvøðast um, hvørt Ísland skal taka samráðingarnar uppaftur, og síðani skal atkvøðast um møguligu avtaluna, Ísland og ES semjast um.

Tað var í 2009, at Ísland søkti um ES-limaskap, og árið eftir byrjaðu samráðingar við ES. Samráðingarnar steðgaðu tó upp í 2013.

Tað hevur verið eitt mál hjá íslendsku stjórnini at hava eina fólkaatkvøðu um ES-limaskap áðrenn 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder