Seinastu fimm vikurnar hava fólk fylgt við teimum seks ungu spírunum í sendingini "Hoydalar" og hoyrt teir tulka sangir hjá kendum føroyskum tónleikarum, og mált eftir fastatøkum á áskoðarum, kann "Hoydalar" samanberast við donsku sjónvarpsrøðina "Matador", frá síðst í 70unum.
Tað skrivar Brigir Kruse, mentanarmiðlari á blogg sín, BirkBlog.
– So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark.
Seinasti partur av "Hoydalar" varð send á KvF í gjárkvøldið, men tað er greitt, at har verður ein sesong afturat, og leitar Kringvarpið í løtuni eftir nýggjum luttakarum til sendingina.
– Gott at Kringvarpið skapar eitt so gott tilboð til hyggjaran og hjúklar um produktið so hvørt og alla tíðina, skrivar Birgir Kruse.
Les eisini: Har kemur meira av Hoydølum - næsta ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald