Innanlands

Politiska støðan í Føroyum líkist einaveldi

- Tað er botnfrekt at demokratiið verður ”bypassað” við at lata tingið liggja óvirkið í fimm mánaðir, heldur Jenis av Rana

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-22 10:28 Author image
Ingi Samuelsen

Meginparturin av einum hálvum ári fer til spillis í politiskum máttloysi, tí at Aksel V. Johannessen løgmaður ikki vil skriva út val til løgtingið.

Løgmaður hevur sjálvur boðað frá, at hann ikki ætlar sær at skriva út valið fyrr enn á ólavsøku at verða hildið síðst í august. Sostatt ganga mánaðirnir mai, juni, juli, august og helst stórur partur av september fyee enn eitt nýtt landsstýri við meiriluta aftan fyri seg sleppur til arbeiðis.

Hetta er botnfrekt og ábyrgdarleyst, soleiðis at ”bypassa” demokratiið. Tað heldur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, sum fleiri ferðir hevur róð framundir at fáa løgtingið innkallað aftur so at – umenn ikki – nøkur av málunum, sum liggja óvirkin, men klár til viðgerðar íløgtingsskipanini, kunnu verða avgreid.

Einaveldi
Í lesarabrævi í dag skrivar Jenis av Rana soleiðis:

- Í øllum demokratiskum londum, sum vit dáma at samanbera okkum við, leggja stjórnir frá sær, tá tær missa meirilutan. Har einveldisharrar ráða, leggja teir líka í, fremsta og einasta mál teirra er vald, vald fyri einhvønn prís, eins og í Føroyum í dag, har samgongan ætlar at Løgtingið liggja óvirkið í knappliga 5 mánaðir.

- Meðan gølur eftir gølur detta úr skápum, krøkja tey seg til landsstýrissessir, ognartaka hesar, ofra demokratiið og lata eygu og oyru aftur fyri øllum mótmælum. Tey vóna óivað, at veljarin gloymir.

Jenis av Rana hevur gjørt eina uppteljing í gerðabókum løgtingsins teir síðstu dagarnar áðrenn løgtingsformaðurin sendi tingmanningina í summarfrí.

Ikki færri enn 57 ferðir stendur ”málið varð ikki viðgjørt” ella ”málið varð umrøtt” í gerðabókini, vísir uppteljingin.

Tað er vanvirðing av fólkaræðinum soleiðis at lata landi ”dríva fyri vág og vind”, heldur Jenis av Rana, sum vónar at tingmanningin ikki letur sær slíkt lynda.

- Eitt er vist, lata tey 33 sær slíkt lynda, burdi ongin teirra sloppið at bjóða seg framaftur at stjórna Føroyum!, heldur Jenis av Rana. 

placeholder
placeholder