Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og har vóru 12 bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið fyri ymisk lógarbrot.
Seks bilførarar koyrdu øvugtan veg eftir Janusargøtu í Havn, og tað gevur eitt klipp í part.
Síðani vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og eisini teir fingu klipp.
Ein koyrdi 78 kilometrar um tíman Inni í Firði í Kollafirði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, og ein koyrdi 103 kilometrar í Sundalagnum, har hámarksferðin er 80 kilometrar um tíman.
Milum Fjarða vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 102 kilometrar um tíman, har hámarkferðin er 80, og ein koyrdi 86 kilometrar um tíman, har ferðin er niðursett til 70 kilometrar um tíman.
Eisini varð ein tikin fyri at koyra 73 kilometrar um tíman inni í Saltangará, har tað bert er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Umframt hetta fekk ein bilførari klipp fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat rætt íbundið.
Í Runavík var eitt ferðsluóhapp, har tvey prutl rendu saman. Eingin álvarsligur skaði stóðst av hesum, men báðir førararnir vórðu sendir á sjúkrahúsið til kanningar. Tann eini førarin hevði ikki aldur at koyra prutl, og tí fær eigarin av prutlinum eina bót, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald