Uttanlands

Iranski forsetin biðið um umbering

Iran fer ikki longur at leypa á grannalond, uttan so, at tey leypa á Iran, sigur iranski forsetin í dag – Í morgun er tó boðað frá spreingingum í fleiri av grannalondunum hjá Iran

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian (Mynd: EPA)

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian (Mynd: EPA)

2026-03-07 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir

Iran fer ikki longur at leypa á grannalond, uttan so at eitt av grannalondunum loypur á Iran, segði iranski forsetin, Masoud Pezeshkian í dag í røðu, sum varð víst í iranskum sjónvarpi.

Forsetin segði, at fyribils leiðsluráðið, sum stýrir landinum í løtuni, hevur samtykt at gevast við álopunum.

– Eg biðji hesi grannalondini, sum eru álopin av Iran, um umbering, segði Pezeshkian.

Um hetta verður galdandi alt fyri eitt er ógreitt, men í morgun er boðað frá spreingingum í fleiri av grannalondunum hjá Iran, skrivar Ritzau.

M.a. er boðað frá álopum á Bahrain, og Katar. Eisini er boðað frá álopum á Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Í røðu sínari undirstrikaði iranski forsetin eisini, at Iran ongantíð fer at geva seg yvir til Ísrael og USA.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald