Hanna Jensen verður ikki á listanum hjá Framsókn til hetta løgtingsvalið.
Tað boðaði flokkurin frá fyri løtu síðani.
Hanna hevur stillað upp til øll valini, síðani hon saman við Poul Michelsen stovnaði Framsókn í 2011.
– Nú Hanna hevur boðað flokkinum frá, at hon hevur valt ikki at stilla uppaftur, vilja vit takka henni fyri hennara megnar arbeiði fyri flokkin og fyri alt Føroya land, og ynskja henni blíðan byr framyvir, skrivar Framsókn m.a. á Facebook.
Hanna Jensen gjørdist á seinasta løgtingsvali nummar fimm á listanum hjá Framsókn við 111 atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald