Mentan

Kvinnukór í Hátúni

Í kvøld kl. 19 verður konsert við kórunum Suð, Silvitni, og Fljóðljóð

2026-03-07 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir

Í sambandi við, at altjóða kvinnudagur er í morgin, verður í kvøld skipað fyri konsert í Hátúni í Tórshavanr Musikkskúla.

Á konsertini, sum byrjar klokkan 19, verður høvi at hoyra trý kvinnukór syngja bæði saman og hvør sær.

Talan er um Suð, Silvitni, og Fljóðljóð.

Skráin er fjølbroytt við føroyskum og útlendskum, friðaligum og lívligum, skriva kórini í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald