Uttanlands

Yvir 3.000 mál í Iran álopin seinastu vikuna

Tað er ein vika, síðan USA og Ísrael lupu á Iran

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: EPA)

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: EPA)

2026-03-07 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir

Í fyrstu vikuni av krígnum hjá USA og Ísrael móti Iran, hava USA og Iran lopið á fleiri enn 3.000 mál í Iran, upplýsir amerikanski herurin á sosiala miðlinum X.

Millum málini hjá USA og Ísrael eru bygningar hjá herinum, loftverjuskipanir, rakettstøðir, skip og kavbátar. M.a. 43 iransk skip hava fingið skaða ella eru sokkin, skrivar Ritzau.

Tað var leygardagin í farnu viku, at Ísrael og USA fóru undir stóra álopið á Iran, har ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei m.a. varð dripin. Átakið hevur fingið navnið "Operation Epic Fury".

Síðan tá hevur Iran svarað aftur við at leypa á mál í fleiri øðrum londum í Miðeystri, har amerikanarar hava herstøðir.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at endamálið við "Operation Epic Fury" er at tryggja, at Iran ikki fær kjarnorkuvápn. Undan álopinum vóru USA og Iran eisini farin undir samráðingar um eina nýggja kjarnorkuavtalu.

Kríggið hevur havt við sær, at loftrúmið yvir fleiri lond er latið aftur, og eru fleiri flogfeløg fyribils givin at flúgva til lond í Miðeystri.

Í dag boðaði iranski forsetin tó frá, at Iran ikki longur fer at leypa á grannalond, uttan so at tey leypa á Iran fyrst. Hann hevur í hesum sambandi biðið grannalondini um umbering fyri álopini.

Les eisini: Iranski forsetin biðið um umbering


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald