Uttanlands

Kanadiski forsætisráðharrin tekur undir við at strika beiggja Charles kong úr bretsku arvafylgjuni

Andrew Mountbatten-Windsor hevur uppiborið at missa sítt pláss í arvafylgjuni, heldur Mark Carney

Andrew Mountbatten-Windsor misti síni kongaligu heiti í fjør (Mynd: EPA)

Andrew Mountbatten-Windsor misti síni kongaligu heiti í fjør (Mynd: EPA)

2026-03-07 20:43 Author image
Alda Nielsdóttir

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney tekur undir við at strika beiggja Cherles kong, Andrew Mountbatten-Windsor úr bretsku arvafylgjuni.

– Eg haldi avgjørt, at gerðir hansara eru harmiligar og hava havt við sær, at hann hevur mist sini kongaligu heiti, sum avgjørt ger, at hann hevur uppiborið - um tað er tað rætta orðið - ger, at tað er neyðugt, at hann verður strikaður úr arvafylgjuni, sigur Carney sambært The Guardian.

Andrew Mountbatten-Windsor, fyrrverandi prinsur, er í løtuni nummar átta í arvafylgjuni til bretsku trónuna.

Í februar varð hann handtikin í einum máli um møguliga embætismisnýtslu, sum er knýtt at sambandi hansara við deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Skal Andrew Mountbatten-Windsor strikast úr arvafylgjuni krevst undirtøka frá Commonwealth-londunum, sum Charles kongur eisini er ríkisstjóri hjá. Forsætisráðharrarnir í Avstralia og Nýsælandi  hava sagt, at teir taka undir við at strika fyrrverandi prinsin úr arvafylgjuni, um bretska stjórnin tekur avgerð um hetta, skrivar Ritzau.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald