Uttanlands

Vaktarskip sett inn í stíðið móti algunum

”Heimdal” verður útgjørdur við útgerð at gera kanningar av sjónum

(Mynd: Kystvakten)

(Mynd: Kystvakten)

2019-05-22 12:17 Author image
Ingi Samuelsen

Norska vaktarskipið Heimdal verður nú sett inn í stríðið móti ógvusligu uppblómanini av algum í Norðurnoregi, sum eru við til at taka lívið av allari aling í rakta økinum.

Talan er um vaktar- og bjargingarskipið Heimdal, sum í dag setir kós úr Bodø móti raktu økjunum. Uppgávan hjá Heimdal er at gera kanningar av algufylta sjónum á staðnum. Á einum fundi millum Kystvakten, Fiskeridirektoratet og Sjømat Norge í gjár komu partarnir ásamt um at gera Heimdal út við eini mobilari starvsstovu, sum skal brúkast til at hjálpa til at fáa yvirlit yvir vandastøðuna í Norðurnoregi, skrivar norska heimasíðan ilaks.no.

Ætlanin er, at Heimdal skal vera nærhendis har, ið algurnar eru og senda smábátar út at taka royndir av sjónum, sum so skulu kannast á skipinum.

- Hetta verður ein fyrimunur, tí vit fáa úrslitið beinanvegin og skulu ikki bíða eftir at royndirnar eru fluttar til Tróndheims til kanningar, sigur Janne Andersen, økisleiðari hjá Fiskeridirektoratet við ilaks.no.

Algurnar eru nú orsøk til, at 10.000 tons av alilaksi hava latið lív, og væntað verður at missurin verður størri, skrivar ilaks.

Les eisini: Norska alivinnan hart rakt av algum 

placeholder
placeholder