Eftirmaðurin hjá ovasta iranska leiðaranum, Ali Kahmenei ayatollah er funnin.
Tað sigur ein limur í serfrøðingaráðnum, sum hevur fingið til uppgávu at velja ein nýggjan leiðara.
Navnið er tó ikki almannakunngjørt, skrivar m.a. Ritzau.
Sagt verður, at "mest skikkaði maðurin er góðkendur av einum meiriluta í ráðnum, sum hevur 88 limir.
Nýggi leiðarin verður bæði ovasti andaligi leiðarin og ovasti politiski leiðarin í landinum.
Ein, sum verður mettur at hava stóran møguleika at verða valdur er Mojtaba Khamenei, sonur Ali Khamenei. Hann hevur tætt samband við Kollveltingarverjuna.
Ein annar, sum verður nevndur í hesum sambandi, er Alireza Arafi, imamur og løgfrøðingur og ein av trimum limum í fyribils leiðsluráðnum, sum hevur tikið sær av leiðsluni í Iran, síðan Ali Khamenei varð dripin leygardagin í farnu viku.
Eitt annað boð er Sayed Hassan Khomeini, abbasonur Ruhollah Khomeini ayatollah, undanmaður Ali Khamenei, sum stovnaði islamiska lýðveldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald