Norska løgreglan hevur í nátt verið til staðar við sendistovuni hjá USA í Oslo í sambandi við eina spreingin við inngongdina.
Inngongdin hevur fingið nakrar skaðar, men eingin fólkaskaði var, upplýsti norska løgreglan í morgun. Eisini varð upplýst, at løgreglan leitaði eftir einum ella fleiri gerningspersónum, skrivar Ritzau.
Hvussu tað eydnaðist einum ella fleiri persónum at leggja spreingievni á økinum, vil løgreglan ikki siga. Kanningar skulu gerast, og vitni skulu avhoyrast.
Løgreglan segði á tíðindafundi á middegi norska tíð, at tað er ikki óhugsandi, at talan var um yvirgang, men tað kunnu vera aðrar frágreiðingar eisini.
Eisini varð upplýst, sambært NRK, at eingin er undir illgruna í málinum í løtuni.
Spreingingin kemur, eftir at USA og Ísrael hava byrjað eitt kríggj móti Iran. Tað byrjaði við álopum á Iran leygardagin í farnu viku, og Iran hevur m.a. svarað aftur við at leypa á amerikanskar herstøðir í Miðeystri.
Norska løgreglan veit ikki, um spreingingin hevur samband við trygdarpolitisku støðuna og kríggið í Iran, men tað er ein møguleiki.
Dagførd kl. 12.55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald