Uttanlands

Indonesia: Børn undir 16 ár sleppa ikki at brúka sosialar miðlar

Endamálið við forboðnum er at verja ung móti m.a. happing, sviki og pornografiskum innihaldi

Indonesiska bannið er m.a. galdandi fyri Facebook og Instagram (Savnsmynd)

Indonesiska bannið er m.a. galdandi fyri Facebook og Instagram (Savnsmynd)

2026-03-08 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stjórnin í Indonesia hevur avgjørt at banna nýtslu av sosialum miðlum - fyri ung undir 16 ár.

Hetta verður gjørt fyri at verja tey móti happing, sviki, og pornografiskum innihaldi, og fyri at forða teimum í at gerast bundin av internetinum.

Kontur hjá børnum undir 16 ár á fleiri sosialum pallum, verða strikaðar. Farið verður undir hetta 28. mars.

Hetta er í fyrsta umfari galdandi fyri YouTube, TikTok, Facebook, Instagram, Threads, X, Bigo Live, og Roblox.

Stjórnin traðkar til, so foreldur ikki longur skulu stríðast einsamøll ímóti algoritmunum, sigur Meutya Hafid, ráðharri í samskiftismálum sambært Ritzau.

Fyri trimum mánaðum síðani kom eitt líknandi forboð í gildi í Avstralia. Avstralia er fyrsta landið í heiminum, sum hevur sett eitt slíkt forboð í gildi, og nú umhugsa fleiri onnur lond at gera tað sama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder