Innanlands

Nýggjur býlingur í Syðrugøta settur í gongd

Eftir fleiri ár av práti og sniðgeving, fer arbeiðið skjótt í gongd við Niklasmørk

Sáttmálin ger, at J&K Petersen fer at byrja at gera grundstykki til hendan nýggja býlingin - og síðani byggja víðari frá har (Mynd: eysturkommuna.fo)

Sáttmálin ger, at J&K Petersen fer at byrja at gera grundstykki til hendan nýggja býlingin - og síðani byggja víðari frá har (Mynd: eysturkommuna.fo)

2026-03-08 19:50 Author image
Eirikur Fagraberg
placeholder

Mánadagin 2. mars skrivaði Per Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommuna, og Sigtór Petersen, ið er stjóri í byggifelagnum J&K Petersen, undir ein sáttmála. Hetta um at byrja arbeiðið við nýggja býlinginum í Syðrugøta, ið eitur Niklasmørk.

Sáttmálin ger, at J&K Petersen fer at byrja at gera grundstykki til hendan nýggja býlingin - og síðani byggja víðari frá har.

Tað vera 15-17 raðhús tilsamans, so man kann vænta 23 til 25 bústaðir at vera bygdar, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari

Eftir ætlan, fer arbeiðið í gongd nú í mars, og JK Petersen metur, at tað fer at taka umleið eitt ár, til at grundstykkini eru klár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder