Fríggjadag seinnapart var hátíðarhald á Ráðhúsinum í Saltangará í sambandi við, at Børge Lamhauge hevur verið í starvi sum gravari hjá kommununi í 25 ár og samstundis fer frá fyri aldur.
Børge er útbúgvin navigatørur, men umframt sjólívið hevur hann í mong ár arbeitt uppi á landi. Í 25 ár sum gravari hjá Runavíkar kommunu.
Stórar broytingar hava verið í starvinum hesi árini, eisini orsaka av tí, at fleiri kirkjugarðar løgdust til, eftir kommunalu samanleggingarnar í 0´unum, skrivar Runavíkar kommuna.
Táið Børge byrjaði í starvinum, hevði hann ábyrgd av kirkjugørðunum í Rituvík og á Glyvrum. Seinri løgdust kirkjugarðarnir á Skála, í Funningi, í Elduvík og í Oyndarfirði afturat uppgávuni hjá gravaranum.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri flutti fram røðu fyri Børge, og handaði honum blómur og ein málning, og eftir tað tosaði Dinna Jensen, kommunuskrivarin í út ímóti 40 árum, systirdóttir Børge
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald