2026-03-09 12:37
Á Grækarismessu, hósdagin 12. mars skipar Skótalið Mikkjals á Ryggi fyri grækarismessuhaldi í viðarlundini í Miðvági.
Skótarnir ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, og tiltakið byrjar klokkan 17.
Á skránni verður felagssangur, og Tummas Lauritsen heldur grækarismessurøðuna, skrivar Vága kommuna.
Aftaná verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Eisini verður tombolasøla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald