Turkiska verjumálaráðið boðar frá, at ein iransk rakett er skotin niður av Nato-loftverjuni í turkiskum loftrúmi.
Hetta er aðru ferð, at tað hendir.
Upplýst verður, at vrakpetti eru dottin niður í óbygdum øki við býin Gaziantep, og eru ongar fráboðanir um fólkaskaðar.
Turkiska verjumálaráðið undirstrikar, at landið fer at taka neyðug stig móti einhvørjari hóttan móti turkiskum landaøki og loftrúmi.
Leygardagin, eftir at fyrra iranska rakettin varð skotin niður í Turkalandi, sendi turkiski uttanríkismálaráðharrin, Hakan Fidan eina ávaring til Iran.
Tað er eitt, um talan er um eina rakett, sum er farin av kós, men heldur hetta fram, eru ráðini frá Turkalandi at vera varin og ikki fara í holt við slíkt, segði hann m.a. sambært Ritzau.
Tvey ónevnd embætisfólk søgdu við amerikanska miðilin The New York Times í farnu viku, at fyrsta rakettin hevði kós móti Incirlik-herstøðini uttanfyri suðurturkiska býin Adana. Talan er um eina herstøð, sum hýsir amerikanarum og fólki úr øðrum Nato-londum.
USA hevur í dag heitt á amerikanarar í sunnara parti av Turkalandi um at fara úr økinum.
Iran hevur áður víst aftur, at iranar skulu hava sent rakettir móti Turkalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald