Innanlands

Hamradun á sjálvstýrislistanum

Sangarin Pól Arni Holm stillar upp fyri Sjálvstýri til løgtingsvalið

Pól Arni Holm framførir á Summarfestivalinum 2024 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Pól Arni Holm framførir á Summarfestivalinum 2024 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-09 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjálvstýri, sum av øllum alvi roynir at aftur at gerast ein leikari á politiska leikvøllinum, hevur fingið eitt kent navn í Suðuroy upp á valevnislistan til løgtingsvalið.

Talan er um Pól Arna Holm av Tvøroyri, sum í almenninginum er mest kendur sum sangari í fyrst rokkbólkinum Týr og nú í bólkinum Hamradun. Lokalt er hann kanska líka so kendur sum leiðari fyri Føroya Eftirskúla.

Sjálvstýri skrivar í dag, at eitt av hjártamálunum hjá Pól Arna er at arbeiða fyri, at Suðuroyggin verður knýtt til meginøkið, so Suðuroy kann gerast ein natúrligur partur av samlaða føroyska arbeiðs-, útbúgvingar- og bústaðarmarknaðinum.

Við sínum eldhuga fyri menningini av Suðuroynni og einum sterkari Føroyum, verður Pól Arni Holm ein týðandi rødd hjá Sjálvstýri, skrivar flokkurin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder