Samleikin er ein nýggjur. Í staðin fyri ein sprøklutan samleika har tað gula kanska var í yvirvág, er liturin hjá Tjóðveldi nú mest grønur í ymsum brigdum, tó at samleikin eisini verður at síggja við øðrum litum eisini.
Og tað stóra E’ið rammað inn í øllum ælabogans litum, er nú eitt lítið grønligt e.
Hvørji signalvirði skulu leggjast í skiftið frá einum stórum E til eitt lítið e, má vera upp til hin einstaka. Men framløgan av valskránni, sum Tjóðveldi hevði í dag, gjørdi greitt, at tað ikki longur er loysing og fullveldi, sum er høvuðsmálið hjá Tjóðveldi. Í hvussu so er ikki í hesum komandi valskeiðinum.
- Okkara høvuðsmál nú er at koma á mál við tjóðarsemjuni, sum er gjørd millum fimm flokkar á tingi. Í løtuni er hetta okkara høvuðsmál. Stóð tað einans upp til okkum, so var fullveldið sjálvandi okkara høvuðsmál, men nú vit hava funnið eina breiða semju millum fimm av seks føroyskum flokkum, so er tað av størsta týdningi at fáa hetta í mál.
Tað segði Sirið Stenberg, sum í dag legði fram valskránna hjá Tjóðveldi til komandi fólkatings- og løgtingsval. Hetta var fyrstu ferð síðan Sirið gjørdist floksforkvinna, at hon legði fram valskránna vegna Tjóðveldi.
Hetta varð gjørt í matstovuni Bitin í Steinatúni mitt í Havn, sum Tjóðveldi hevur leigað henda mánaðin sum høvuðsborg og valkafé hjá flokkinum undir valstríðinum.
- Fyri teg, meg og Føroyar
Valskráin hjá Tjóðveldi er stuttorðað hesaferð. Tríggjar yvirskriftir við nøkrum undirmálum, har slagorðið allan vegin er “fyri teg, meg og Føroyar”.
Ein slagsangur og videofilmur við hesum slagorði og Sophiliu Mukisa sum sangara, er eisini gjørdur við hesum slagorðum sum tema.
Vallyftini byggja á tríggjar súlur.
- Føroyar í heiminum – Sjálvstøðugt land
- Heimið Føroyar – Framtíðin er í Føroyum
- Heimurin í Føroyum – haldfør integratión
Hesar súlur verða høvuðstema í valstríðnum báðum, til fólkatingsvalið verður denturin tó lagdur á fyrstu súluna.
- Verja vunnin rættindi
Fyrr hevur flokkurin havt gylt mál, fyri nøkur kanska órealistisk mál, í sínum valsskráum. Eitt nú, tá flokkurin setti sær sum politiskt mál, at tað skuldu búga 55.000 fólk í Føroyum innan eitt áramál. Hetta mál má sigast at vera nátt nú.
Ongi slík lyfti eru á skránni hesaferð. Hinvegin er valskráin líka so nógv ein verja fyri førda politikkinum og eitt lyfti um at føra tann politikkin víðari. Eitt av málunum er “at verja vunnin rættindi” – ein orðing, ið neyvan hevur verið at hoyrt frá Tjóðveldi fyrr.
Tjóðveldi stillar upp til bæði løgtingsvalið og fólkatingsvalið. Til fólkatingsvalið stillar flokkurin við verandi løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum – Bjørt Samuelsen tó undantikin, tí hon hevur tikið avgerð um at taka seg úr politikki.
Til løgtingsvalið stillar flokkurin við 25 fólkum, 12 kvinnum og 13 monnum. Einans Bjørt Samuelsen av núverandi ting- og landsstýrismanning stillar ikki uppaftur. Valevnini eru:
Annfinn í Toft
Annika Olsen
Bjørt Brynhildardóttir Egholm
Brandar Heðinsson
Dennis Holm
Eirikur í Jákupsstovu
Erling Eidesgaard
Hendrik Egholm
Hergeir Teitsson
Hervør Pálsdóttir
Høgni Hoydal
Jóhan Christiansen
Kim Hansen
Liljan Weihe
Luna Klein Joensen
Magnus Gaard
Marin í Dali
Pætur Weihe Simonsen
Rakul í Gerðinum
Sirið Stenberg
Steinbjørn Hardlei
Tjóðhild Patursson
Vígdis Bjarnadóttir
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
Valskráin hjá Tjóðveldi sæst á heimasíðu floksins, ið júst er komin í nýggjari útgávu
-
-
Hervør Pálsdóttir við dóttrini og Annika Olsen
-
Erling Eidesgaard, Eirikur í Jákupsstovu og Tjóðhild Patursson
-
Hendrik Egholm og Kim Hansen
-
Dennis Holm
-
Sigrid J. Dalsgaard og Eirikur í Jákupsstovu
-
Sirið Stenberg. Hetta er fyrstu ferð, at hon stendur á odda í valstríði fyri Tjóðveldi (Myndir: Ingi Samuelsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald