Týska rúmdarfyritøkan Rocket Factory Augsburg, RFA, hevur ætlanir um at senda sínar fyrstu rakettir frá SaxaVord rakettstøðini á oynni Unst í Hetlandi.
Fyrstu tveir partarnir av rakettini, RFA One, eru longu komnir upp á pláss á rakettstøðini allar norðrast á Unst, skrivar Shetnews.
Helix motorarnir verða í løtuni royndarkoyrdir í Svøríki, og verða seinni fluttir til Hetlands.
Nú verður so gjørt klárt at fyrireika ta fyrstu veruligu rakett útskjótingina av bretskari jørð nakrantíð.
Menningarleiðarin hjá týsku rúmdarfyritøkuna, Dr. Stefan Brieschenk, sigur:
“Eftir hendinginal í 2024 (her sipar hann til royndina, tá ein motorur sprongdist, -red.) gjøgnumgingu, greinaðu og royndu it alt gjølla, og betraðu um skipanirnar fyri at gera tær meira álítandi.”
“Tað at fyrstu partarnir av endaligu rakattini nú eru komin til SaxaVord Spaceport er prógv fyri, at okkara felag hevur serkunnleikan og viljan”
Enn hava ongar veruligar rakettútskjótingar verið á rakettstøðini, sum liggur einans 200 kilometrar (110 fjórðingar) úr Føroyum. SaxaVord rakettstøðin er einasta støð av sínum slag í Bretlandi.
SaxaVord Spaceport (Mynd: RFA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald