Kendi influensarin, snikkarin, fjallabjargarin, ævintýrarin, fyrilestrarhaldarin, sjónvarpsfotografurin, MB’arin og prestamakin, Jensjáku Hansen, er komin á listan hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið.
Tað boðar hann sjálvur frá í eini dagføring á sosialu miðlunum.
Hann kemur ikki nærri inn á hví tað júst er Sambandsflokkurin, ið hann stillar upp fyri. Men um avgerðina at stilla upp, sigur hann sjálvur:
“Orsøkin er enføld: Um mann er ónøgdur, má mann gera nakað við tað.
Eg havi arbeitt sum handverkari alt lívið. Eg havi tvær handverkaraútbúgvingar – snikkari og film- og sjónvarpsfotografur.
Síðani eg byrjaði sum lærlingur havi eg ofta merkt, at handverk og byggivinna verða mett sum annanklassa – sum um tey, ið lesa víðari á hægri lærustovni eru meira verd.
Vit hava brúk fyri bæði teimum, sum lesa bøkur – og teimum, sum byggja landið við hondunum.
Sum fotografur í Kringvarpið Føroya var eg lægri løntur enn journalistar, hóast arbeiðið er ein líka týðandi partur av miðlunum.
Tað sigur nakað um, hvussu vit meta ymisk arbeiði.
Eg vil arbeiða fyri, at handverk, byggivinna og tænastuvinna fáa ta virðing, tey hava uppiborið.
Gjøgnum mín opinleika havi eg eisini merkt stuðul frá fleiri, sum hava nógv upp á hjarta.
Ofta skriva tey til mín privat ella í viðmerkingum. Tey eru samd – men halda seg ikki hava skil fyri politikki, og tí siga tey einki alment.
Eg vil eisini vera røddin hjá teimum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald