Innanlands

Bergur prestur um etiska ráðið

Føstufyrilestur í Sandavágs kirkju í kvøld

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-10 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld, týskvøldið 10. mars kl. 19.30, fer Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, at halda fyrilestur við støði í virkisøkinum hjá ráðnum.

Við undirheitinum “´Hvat, hvør, hvussu” fer hann at siga eitt sindur frá, hvat ráðið er, hvørjum tað er ætlað, og hvussu tað virkar.

Eftir framløguna verður høvið at seta spurningar og kjakast um evnið.

Eftir tiltakið verður kaffi at fáa í forkirkjuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder